Harry Potter eitur ein røð av sveimbókmentum, sum bretski rithøvundin J.K. Rowling hevur skrivað. Tær snúgva seg um tannáringin Harry Potter, sum dugir at ganda. Tær ganga mest fyri seg á Hogwarts (skúlanum fyri gandakynstur og galdralist), sum er ein skúli fyri ungar gandakallar og ungar heksir. Tær eru mest um bardagan millum Harry og tann ónda gandakallin Voldemort, sum drap foreldrini hjá Harry sum lið í ætlanini at yvirtaka gandaheimin.
Filmar eru givnir út um allar bøkurnar. Bøkurnar um Harry Potter hava fingið status sum ongar aðrar barnabøkur, fleiri enn 300 miljónir eintøk seld. Bøkurnar um Harry Potter eru týddar til føroyskt av Gunnari Hoydal (I-III), Maluni Háberg (IV) og Bergi Rasmussen (V-VII).