Ódnin Katrina

Ódnin Katrina
Bólkur 5 Hørð ódn (SSHWS/NWS)
Ódnin Katrina, tá hon var harðast, í Gulf of Mexico hin 28. August
Tók skap 23. august 2005
Hvarv 31. august 2005
(Ekstratropisk eftir 30. august)
Mesti vindur meðal í 1-minutt: 175 mph (280 km/h)
Lægsta trýst 902 mbar hPa); 26.64 inHg
deyðatilburðir 1.836 í alt
Skaði $125 milliardir (2005 US Dollarar)
(Dýrasta tropiska ódn, ið er skrásett )
Rakt øki
Partur av Atlantiskum ódnum í 2005

29. august 2005 rakti Ódnin Katrina amerikanska býin New Orleans í Louisiana. Ódnin breyt byrgingarnar, floymdi inn í býin og drap fleiri enn 1000 fólk, sum antin ikki vildu fara úr býnum ella ikki sluppu úr honum. Eisini amerikanski filmsleikstjórin Spike Lee (føddur 20. mars 1957 í Georgia í USA) hugdi skelkaður at, meðan størsta náttúruvanlukkan í amerikanskari søgu hendi.

Meðan ódnin Katrina herjar har suðuri í Louisiana, og myndugleikarnir hava úr at gera við at flyta fólk burtur úr økinum, eru tað nøkur sum verða "gloymd". Teir 7.000 fangarnir í Orleans Parish Fongslinum, sum var eitt tað størsta fongslið í USA, skuldu verið fluttir, men sjálvt tá ódnin herjar við allari megi, tað fløðir og byrgingarnar brotna, velur sjeriffurin ikki at flyta fangarnar burtur. Ikki fyrrenn 4 dagar seinni, har fangarnir hvørki hava fingið vátt ella turt, gera myndugleikarnir av at gera nakað.

New Orleans í Suðurlouisiana er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum legði stórar partar av býnum í oyði. Katrina var í styrkibólki 5.

Keldur

  1. Costliest U.S. tropical cyclones tables update (Report). United States National Hurricane Center. January 12, 2018. Archived from the original on January 27, 2018. Retrieved January 12, 2018.  Unknown parameter |url-status= ignored (help)