17. oktober er dagur 290 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 291 um skotár er). 75 eru dagar eftir av árinum.
Hendingar
1662 - Karl 2. , kongur í Onglandi , sendur Dunkerque til Frakland fyri 40.000 pund
1800 - Ongland tekur valdið á niðurlendska hjálandinum Curaçao
1931 - Al Capone verður dømur í 11 ára fongsul fyri skattasvik
1933 - Albert Einstein kemur til USA , flýggjar úr Týsklandi
1970 - Anwar Sadat verður forseti í Egyptalandi
1979 - Móðir Teresa fær friðarheiðursløn Nobels
1989 - Loma Prieta jarðskjálvtin (7,1 á Richterstiganum ) rakar San Francisco , Kalifornia
2003 - Carlos Mesa verður forseti í Bolivia
2003 - Friðarbogin , samtak fyri samkynd , verður stovnað í Føroyum .
2015 - Svimjihøllin Páls Høll ið hevur Føroya fyrsta langhyl á 50 metrar, verður alment tikin í nýtslu og letur upp alment. Hátíðarhald við luttøku av svimjaranum úr Vági, Pál Joensen , ið høllin eitur eftir, landsstýrisfólkunum í Vági, Sirið Stenberg og Henrik Old , umboðum fyri sjálvognargrunnin Páls Høl: Dennis Holm, John Henrik Holm og Jón Bjarnason og øðrum.
Føðingar
1879 - Mikkjal á Ryggi , føroyskur rithøvundur og sálmaskald (d. 1956 )
1912 - Jóhannes Páll 1. , pávi (d. 1978 )
1915 - Arthur Miller , amerikanskur rithøvundur (d. 2005 )
1918 - Rita Hayworth , amerikonsk sjónleikarinna (d. 1987 )
1948 - Margot Kidder , kanadisk sjónleikarinna.
1958 - Alan Jackson , amerikanskur sangari og skald.
1972 - Eminem , amerikanskur rappari.
1972 - Wyclef Jean , haiti -føddur sangari.
1979 - Kimi Räikönnen , finskur Formel 1 koyrari.
1988 - Dami Im , koreansk-avstralsk songkvinna.
Andlát
Wikimedia Commons logo