5. mars - Danski lismálarin Einar Wegener fer í Týsklandi undir kynskiftis skurðviðgerð, og skiftir navn til Lili Elbe. Hann er fyrstur í heiminum at fara undir slíka viðgerð sum í hesi tíðini enn er á royndarstigi.
6. mars - Frystur døgurðamatur (frozen foods) verður fyrstu ferð at at fáa í handlunum í Massachusetts í USA.
25. november - Enski læknin Cecil George Paine, læknar ein sjúkling við eygnabruna við Penicillin. Hetta er fyrsta skrásetta lækning við Penicillin sum heilivági.
Ein jarðskjálvti í Japan hevur við sær at 650 bygningar oyðileggjast, og 223 mans lata lív.
19. desember - GosfjalliðMount Merapi byrjar at goysa í Indonesia, og hevur við sær at fleiri bygdir oyðileggjast og 1.300 mans lata lív.
13. juli - Fyrsta heimsmeistaraskapið í fótbólti byrjar. Lucien Laurent skorar fyrsta málið í kappingini, tá Frakland spælir ímóti Meksiko. Uruguay verður heimsmeistari, Argentina silvurvinnari og USA bronsuvinnari.