Andlitsmálningur av Dostojevskij eftir Vasilij Perov, 1872
Fødd(ur)
Fjodor Mikhailovich Dostojevskj (1821-11-11)11. november 1821 Moskva, Russiska keisaraveldi
Andaðist
9. februar 1881(1881-02-09) (aldur 59) St. Pætursborg, Russiska keisaraveldi
Tjóðskapur
Russiskur
Útbúgving
Tekniska Universiteti, St. Petersburg
Tíðarskeið
1846–1881
Slag
Skaldsøga, stuttsøga, journalisma
Evni
Sálarfrøði, heimspeki, trúgv
Bókmentarørsla
Realisma
Týðandi verk
Notes from Underground Crime and Punishment The Idiot Karamasov-brøðurnir
Hjúnafelagi
Maria Dmitriyevna Isaeva (1857–1864)
Anna Grigorjevna Snitkina (1867–1881)
Børn
Sonja (1868) Ljubov (1869–1926) Fjodor (1871–1922) Alexeij (1875–1878)
Undirskrift
Fjodor Mikhajlovitsj Dostojevskij (Фёдор Михайлович Достоевский; føddur 11. november1821 í Moskva (30. oktober eftir julianska kalendaranum), deyður 9. februar1881 (28. januar eftir julianska kalendaranum) í Sankta Pætursborg) var ein russiskur rithøvundur, sum hevur havt stóra ávirkan á bæði russiskar og ikki-russiskar rithøvundar. Dostojevskij menti tað realistisku skaldsøguna til eisini at kanna sálarfrøðina hjá menniskjum og serliga hjá menniskum, ið uppliva svárar sinnissjúkur. Hann var sera nógv upptikin av tí slavisku hugsjónini og av kristnu trúnni; ein av hansara týdningarmestu tesum var «um Gud er deyður, so er alt loyvt.»
Fleiri rithøvundar innan surrealismuna, eksistensialismuna og beat-ættarliðið meta Dostojevskij sum keldu til íblástur. Dostojevskij verður mettur sum undangongumaður fyri russiska symbolismu, eksistensialsmu, ekspresjonismu og psykoanalysu.
Heðin Brú hevur týtt tvey av kendastu verkum hansara til føroyskt: Karamassov-brøðurnir og Tey á Steffansleiti.
Verk
Skaldsøgur
Бедные люди (Bednye ljudi), 1846. Norsk týðing 1930 ved M. Grundt, 1975 eftir Geir Kjetsaa: Fattige folk
Униженные и оскорблённые (Unizjennye i oskorbljonnye), 1861. Norsk týðing 1993 eftir Erik H. Egeberg: De fornedrede og krenkede
Записки из мёртвого дома (Zapiski iz mjortvogo doma), 1862. Norsk týðing 1948: I dødens hus (seinni: Opptegnelser fra det døde hus)
Преступление и наказание (Prestuplenie i nakazanie), 1866. Norsk týðing 1883: Raskolnikow (seinni: Forbrytelse og straff)
Господин Прохарчин (Gospodin Prokhartsjin), 1846. Norsk týðing: Herr Prokhartsjin.
Хозяйка (Khozjajka), 1847. Norsk týðing 1885: Krotkaja
Слабое сердце (Slaboe serdtse), 1848. Norsk týðing: Et svakt hjerte
Белые ночи (Belyje notsji), novelle, 1848. Norsk týðing 1888: Lyse Nætter
Неточка Незванова (Netotsjka Nezvanova), 1849. Norsk týðing 1925: Lille Netta Njesvanov
Маленький герой (En liten helt), 1849. Norsk týðing 1931
Дядюшкин сон (Onkels drøm), 1859
Село Степанчиково и его обитатели (Selo Stepantsjikovo i ego obitateli), 1859. Føroysk týðing eftir Heðin Brú: Tey á Steffansleiti, Norsk týðing: Landsbyen Stepantsjikovo
Записки из подполья (Zapiski iz podpolja) 1864. Norsk týðing 1955 eftir Ejnar Thomassen: Kjellermennesket
Вечный муж (Vetsjnyj muzj), 1870. Norsk týðing 1976 eftir Marit Bjerkeng (Nielsen): Den evige ektemann