George Orwell

George Orwell

Eric Arthur Blair, best kendur undir rithøvundanavninum George Orwell (føddur 25. juni 1903 í India, deyður 21. januar 1950 í London) var bretskur rithøvundur.

Hann gjørdist víðagitin fyri sinar politiskar skaldsøgur. Millum kendastu verkini hansara munnu vera allegoriska skaldsøgan Animal Farm frá 1945 og dystopiska skaldsøgan 1984, sum hann skrivaði í 1948.

Ávísingar úteftir


Keldutilfar

  1. George Orwell, imdb.com (á enskum)
  2. Blair, Eric Arthur pseud. George Orwell, oxforddnb.com (á enskum)