Hansina Iversen (fødd 6. september1966) er ein føroysk listakvinna. Hon málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta. Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi. Nakrir av hennara málningum hanga fast umborð á Smyrli. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Í samband við 100 føðingardagin hjá Ruth Smith, varð Hansina boðin suður til Vágs at hava listaframsýning har, meðan Ruth Smith fagnaðurin var. Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.
Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fekk Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.