Jens Martin Knudsen

Jens Martin Knudsen
Persónlig kunning
Føðingardagur (1967-06-11) 11. juni 1967 (aldur 56)
FøðistaðurSaltangará
Hædd1,81 m (5 ft 11 12 in)
PlássMálmaður
Kunning um feløg
Núverandi felag
NSÍ
Nummar1
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1985-1986NSÍ?(?)
1986-1987Frederikshavn fI?(?)
1988-1990NSÍ?(?)
1991NSÍ15(0)
1992-1997105(0)
1998-1999Leiftur36(0)
19991(0)
1999-2000Ayr United (lán)4(0)
2000B361(0)
2000Leiftur16(0)
2001-2007NSÍ150(0)
Landslið
1988-2006Føroyar65(0)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 4. november 2007.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 11. oktober 2007

Jens Martin Knudsen (11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving.

Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum Maðurin við topphúgvuni, Sprotin gav bókina út, Uni Holm Johannesen skrivaði bókina..

Altjóða fótbólts lívsleiðin

Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn.

Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen hava spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin.

Fótbólts lívsleiðin (feløg)

Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum.

Málmansvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum

Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari).

Ársins málverji

Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002.

Keldur

  1. Football.fo
  2. Uni Holm Johannesen: Maðurin við topphúgvuni, Sprotin 2012
  3. Football.fo
  4. B68.fo

Útvortis ávísingar