Julia Roberts | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. okt 1967 í/á Smyrna, Georgia |
Alma mater | Campbell High School, Georgia State University, Lee Strasberg Theatre and Film Institute, Saint Monica Catholic High School |
Starv | sjónvarpsleikari, filmsleikari, filmframleiðari, modell, sjónleikari á palli, raddaleikari, sjónleikari |
Trúgv | Hinduisma, Buddisma, Eastern Orthodoxy, Katolisisma |
Børn | Hazel Patricia Moder, Phinnaeus Walter Moder, Henry Daniel Moder |
Foreldur | móðir Betty Lou Bredemus faðir Walter Grady Roberts |
Mál | Enskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000122835357 |
VIAF | 100914297 |
LCAuth | n91074080 |
IMDB | nm0000210 |
Commons | Julia Roberts |
Julia Fiona Roberts (fødd 28. oktober 1967 í Smyrna, Georgia, USA) er ein amerikonsk sjónleikarinna og framleiðari. Hon gjørdist Hollywood-stjørna eftir at hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í tí romantiska skemtifilminum Pretty Woman (1990). Eftir at hon vann tvær Golden Globe-virðislønir og móttók Oscar tilnevningar fyri Steel Magnolias (1989) og Pretty Woman, so vann hon eina Oscar-virðisløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri hennara framførslu í Erin Brockovich (2000).
Filmar hennara Mystic Pizza (1988), The Pelican Brief (1993), My Best Friend's Wedding (1997), Conspiracy Theory (1997), Notting Hill (1999), Runaway Bride (1999), Ocean's Eleven (2001), Ocean's Twelve (2004), Charlie Wilson's War (2007), Valentine's Day (2010), Eat Pray Love (2010), og Mirror Mirror (2012) hava tilsamans givið inntøkur fyri billetsølu fyri meira enn $2.6 milliardir, ið ger hana til eina av heimsins mest sukseríku sjónleikarinnum, tá ið hugt verður at inntøkum fyri billettsølu. Í 2013 spældi hon við í filminum August: Osage County, ið hon móttók sína fjórðu Oscar tilnevning.
Julia Roberts er av enskum, skotskum, walisiskum, týskum og svenskum uppruna.
Hin 25. juni 1993 giftist hon country-sangaranum Lyle Lovett; tey giftust í St. James Lutheran Church í Marion, Indiana. Tey fóru frá hvørjum øðrum í mars 1995 og vóru síðan skild. Frá 1998 til 2001 gekk hon saman við sjónleikaranum Benjamin Bratt.
Roberts og núverandi maður hennara, kameramaðurin Daniel Moder, møttust undir upptøkunum til film hennara The Mexican í 2000, meðan hon enn gekk saman við Bratt. Moder var giftur tá við Vera Steimberg. Hann søkti um hjúnaskilnað gott eitt ár seinni, og eftir at tey vóru skild, giftist hann og Roberts hin 4. juli 2002, at her ranch in Taos, New Mexico. Saman eiga tey trý børn: tvíburðarnir Hazel Patricia og Phinnaeus "Finn" Walter Moder (fødd 28. november 2004) og Henry Daniel Moder (føddur 18. juni 2007).