Justin Trudeau

Justin Trudeau

Justin Pierre James Trudeau (føddur 25. desember 1971 í Ottawa í Ontario) er ein kanadiskur politikari. Síðan 2013 er hann floksleiðari í Liberala flokkinum og síðan 2015 núverandi kanadiski forsætisráðharrin.

Liberali flokkurin hjá Trudeau bleiv stóri vinnarin á valinum í Kanada í oktober 2015 og Konservativi flokkurin hjá táverandi forsætisráðharranum, Stephen Harper, fekk eitt vánaligt valúrslit. Trudeau gjørdist eftirmaður hjá Harper sum forsætisráðharri tann 4. november 2015.

Justin Trudeau er sonur Pierre Trudeau, ið hevði verið kanadiskur forsætisráðharri í tíðarskeiðinum frá 1968 til 1984.

Ávisingar úteftir

  • Heimasíðan hjá kanadiska forsætisráðharranum: pm.gc.ca
  • Heimasíðan hjá Liberala flokkinum: Justin Trudeau, liberal.ca


Keldur