Kinversk skrifttekn (kinesisk) ella Hanzi (kinverskt mál: 漢字 einkult kinverskt: 汉字, pinyin: Hànzì; Hàn-folksins skrifttekn, eisini rópt sinogramm) er eitt sett á fleiri túsund fonetiskt-piktografiskum teknum, sum verða brúkt fyri at skriva á kinverskum, japonskum og koreanskum, og harumframt eldri sløg av vjetnamesiskum.
Teknsettið er í Teivan, Suðurkorea, Norðurkorea og Japan kent sum ávikavist hancha, hanja, hangul og kanji. Hvørt tekn sær stendur fyri eitt stavilsi. 30% av teknunum sum verða nýtt dagliga eru einstavilsisorð. Restin er fleirstaviliesorð har týdningurin av teknunum avhongur av, hvørjum tekni/teknum tað stendur saman við. Tey flestu orðini krevja tvey tekn fyri at kunna verða søgd.
Umframt teir regionalu variantarnir, verður tað eisini skilt millum tvey sett av teknum, eitt siðbundi og eitt einkult sett, sum ofta hevur færri pennastrok pr. tekn. Tað siðbundnað settið verður í dag brúkt í Teivan og eisini í størri mun í Hongkong, meðan tað einkla settið av teknum alment er standard í meginlands-Kina, og hjá kinverjum, sum búgva í Singapor og Maleisia.
Arkaiskt | Seglskrift | Siðbundið Hànzì | Einkult Hànzì | Pīnyīn | Týðing |
人 | — | rén | Maður/menniskja | ||
女 | — | nǚ | Kvinna (kvinnulig) | ||
子 | — | zǐ | Barn | ||
日 | — | rì | Sól | ||
月 | — | yuè | Máni | ||
山 | — | shān | Fjall | ||
川 | — | chuān | Á | ||
水 | — | shuǐ | Vatn | ||
雨 | — | yǔ | Regn | ||
竹 | — | zhú | Bambus | ||
木 | — | mù | Træ | ||
馬 | 马 | mǎ | Hestur | ||
鳥 | 鸟 | niǎo | Fuglur | ||
龜 | 龟 | guī | Skjaldbøka | ||
龍 | 龙 | lóng | Dreki |