Per Zachariassen

Per Zachariassen er ein føroyskur sjónvarpsframleiðari og leikstjóri. Sum ungur arbeiddi hann fyri Sjónvarp Føroya, og síðan næm hann sær útbúgving á filmsskúlanum í Keypmannahavn. Í 2013 hevði hann 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari. Per Zachariassen er kendur fyri eitt nú at framleiða væl umtóktu sjónvarpssendingarnar X Factor og Talent. Í tvey ár starvaðist hann í USA, men flytir aftur til Danmarkar í samband við at Eurovision Song Contest 2014 skal haldast í Danmark. Tey sum standa fyri Eurovision í Danmark, hava biðið hann um standa fyri framleiðsluni av finaluni, sum verður víst í sjónvarpinum. Per hevði tá 20 ára royndir sum framleiðari og mennari av sjónvarpstilfari.

Framleiðari av filmum og sjónvarpssendingum

Live fra Bremen - Sjónvarpsrøð

Per var framleiðari (producer) av 19 pørtum 2009-10.

Aloha!

Aloha! var ein sjónvarpsrøð. Per var framleiðari av 17 pørtum 2009-10.

X Factor

X Factor er ein sangtalentkapping, sum verður víst í fleiri pørtum sum sjónvarpsrøð. Per hevur verið leiðandi framleiðari (executive producer) av 34 pørtum árini 2008-2010, framleiðari (producer) í 15 pørtum í tíðarskeiðnum 2008-2009 og leikstjóri (director) av 47 pørtum frá 2008-11.

Dagens mand

Dagens mand var ein sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari í 2008.

Talent 2008

Talent var ein talentkapping, sum var víst sum sjónvarpsrøð í DR. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 12 pørtum í 2008 og framleiðari (producer) av 5 pørtum eisini í 2008.

Gi' mig 5

Gi' mig 5 var ein donsk sjónvarpsrøð. Per var executive prodjúsari av 13 pørtum í 2008.

Gu'skelov du kom

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum í 2008.

Scenen er din

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 40 pørtum frá 2004-07.

Zulu Awards '07 - Den røde løber

Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer).

Zulu Awards '07

Serstøk sjónvarpssending í 2007. Per var bæði leiðandi framleiðari (executive producer) og framleiðari (producer).

Idols

Idols var tann danska versjónin av ti altjóða sjónvarpsrøðini Pop Idols, har túsundatal av fólkum royna seg til audition og síðan vóru 12 luttakarar valdir út til at kappast í live shows. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) í 2003.

Boxen

Sjónvarpsrøð. Per var leiðandi framleiðari (executive producer) av 10 pørtum 2002-03.

Stjerne for en aften

Sjónvarpsrøð, sum var ein sangtalentkapping, sum føroyska Guðrun Sólja Jacobsen vann. Per var felags leiðandi framleiðari (co-executive producer) av 12 pørtum í 2003.

Keldur

  1. Kvf.fo Per Zachariassen skal framleiða Grand Prix
  2. imdb.com

Slóðir úteftir