Thessaloniki

Thessaloniki
Hvíta Tornið í Thessaloniki

Thessalonki (grikskt: Θεσσαλονίκη) er næststørsti býur í Grikkalandi og høvuðsstaður í landslutinum Mið Makedónia. Býurin er ein havnabýur. Thessaloniki kommuna hevur 322.240 íbúgvar, meðan stórbýurin Thessaloniki við forstøðum og upplandi hevur 790.824 íbúgvar. Býurin við forstøðum er størsti býur á Balkan hálvoynni.

Tað eru tveir lærdir háskúlar í Thessaloniki. Annar av teimum Aristoteles Universitetið er tað størsta universitetið í Grikkalandi og á Balkan, har ganga umleið 95.000 lesandi.

Søga

Býurin varð grundlagdur í 315 á.Kr. av Kassandros av Makedonia.

Keldur

  1. Auth.gr


Slóðir úteftir