Eitt tok (á donskum tog, á týskum Zug) er eitt flutningsfar ið koyrur eftir skinnarum á einari jarnbreyt. Vognarnir kunnu verða hálaðir av einum lokomotivi (fyrr í tíðini eisini av hestum) ella verða sjálvkoyrandi toksett. Sjálvkoyrandi lokomotiv eru eisini tok. Sporvognar skilja seg frá tokum við tað at tokið koyrir eftir skinnarum á jarnbreyt, meðan sporvognar koyra eftir vegnum og ikki í serstakum banum.
Sløg av tokum
Persóntok - Flutningur av fólki. Tað eru fleiri ymisk sløg av persóntokum, og nøvnini broytast frá landi til land:
Metrotok - Lokal ferðsla í stórbýum við nógvum tokum, evt. í tunnlum ella á hábreyt.
Økistok - Lokal og økisferðsla við nógvum steðgistøðum.