Torstein Paulason Brattaberg (føddur í 1996) úr Vestmanna er føroyskur rógvari, sum hevur vunnið bæði FM, DM og Norðurlanda meistaraheitið í inniróðri. Torstein rør eisini vanligan føroyskan kappróður, í 2011 róði hann við Havfrúnni hjá VÍF Kappróðri og tað ger hann eisini í 2012. Venjari hansara í inniróðri er Kári Djurhuus Brattaberg úr Vági. Torstein er sonur Barbaru Brattaberg úr Vági og politikaran Paula Trond Petersen. Torstein lærir á skipasmiðjuni MEST í Havn. Hann er eisini hondbóltsmálverji.
Torstein luttók í norðurlanda kapping í inniróðri hin 7. januar 2012, sum verður nevnd Århus Indoor Open og Nordic Open Indoor. Torstein vann eitt gull og eitt bronsu heiðursmerki:
Torstein hevur luttikið í Åbne Danske Mesterskaber og Fit for Rowing í 2011 og 2012. Bæði árini gjørdist hann danmarksmeistari í sínum árgangi.
Torstein Brattaberg luttók í DM í inniróðri 27. januar 2012, kappingin nevnist Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012. Hann luttók í tveimum kappingum, í 2000 m og í sprint (200 m) fyri dreingir føddir 1996. Torstein vann gull í báðum kappingunum.
Í 2011 gjørdist hann danmarksmeistari í unglinga bólkinum í innandura rógving (Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2011) í 2000 metra teininum. Hann vann við tíðini 6:53.5, nummar 2 hevði tíðina 7.11.7. Torstein luttók fyri VÍF Kappróður, hann luttók eisini í 200 m sprint, hann bleiv nummar 3 við tíðini 33.48, nummar 1 hevði tíðina 31.12. Umframt Torstein vunnu eisini tveir aðrir føroyingar gull til DM 2011, tey vóru Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvágs Róðrarfelag, sum vann við tíðini 6:13.8 á sama teini hjá 18 ára gomlum og Anna Mary Davidsen úr Havnar Róðrarfelag, sum vann gull á 2000 metra teininum hjá kvinnum 19-22 ár. Tíðin hjá henni var 6:58.9 minuttir. DM-kappingin var í Gladsaxe Sportshal.
Tórstein luttók í bólkinum dreingir 18 ár.
Tórstein luttók í FM í inniróðri 2012. Hann gjørdist eins og í 2011 føroyameistari í 2000 m í aldursbólkinum Dreingir 15 til 16 ár.
Torstein luttók í FM kapping í inniróðri, sum nevndist Formula kappingin 2011. Hann vann gull í sínum aldursbólki:
Torstein og aðrir vunnu FM í hondbólti hjá dreingjum 16 ár í 2012.