Uni Reinert Debess er tónleikari, yrkjari, tónasmiðjur, sangari og gittarleikari. Hann er føddur 24. november1979 í Havn. Uni er sonur Per Debess, sála, sum eisini var tónleikari.
Útgávur
"Uni Debess, GREEN", 2016.
"Uni Debess, Blue Buzz", 2013.
"Uni Debess, Life Is a Picture", 2012.
"Debess Blues Station, Live from the dairy (DVD)", 2011.
"Debess Blues Station, 2010. Tónleikarar: Uni Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og aðrir.
"The Well, Crawling Blue, 2009. Teir sum manna bólkin eru: Uni Reinert Debess, Brandur Jacobsen, Eyðun Johannesen og Óli Olsen.
"Uni Debess, Gengi Eg, Yrkingar eftir Nyholm Debess", 2006.
"Go Go Blues, Face to Face with the Devil", 2006.
"Go Go Blues, Live in studio", 2005.
"Headache Blues Treo, Mr. Puffman", 2004. Sangari: Uni Reinert Debess.
Lívsleiðin innan tónleik
Uni byrjaði seint at fáast við tónleik. 1999-2001 lærdi Uni um tónleikaástøði og gittarleik á Tórshavnar Musikkskúla. Hann hevur gingið til ymsa gittarvenjing eftir tað.
23. apríl2005 vann hann Prix Føroyar í bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin. Í august sama árið var hann saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymsum festivalum. GoGo Blues gav út fløgu í 2005.