Vermont | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Montpelier |
Størsti býur: | Burlington |
Innlimað: | 4. mars 1791 |
Guvernørur: | Phillip Scott (R) |
Vídd: | 24,923 km² |
Íbúgvar (2014): | 626,562 |
fyri km²: | 26.1/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.vermont.gov |
Stakríki Vermont (enskt: State of Vermont) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Vermont er tað triðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine og Massachusetts. Her í Vermont búgva umleið 626 000 fólk. Montpelier er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Burlington.
Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við Kanada (Quebec), í eystri við New Hampshire, í suðri við Massachusetts, og í vestri við New York. Í 1791 bleiv Vermont stakríki í USA. Eyknevni er Grønfjallstaturin (enskt: The Green Mountain State). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, mais og landbúnaðarvara. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur. Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er Montpelier. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í New England, og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.
Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí vetrarnir eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um heystið og koma aftur um várið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi trø. Í New England er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, summar og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.
Í fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning vóru mohawk-indiánar høvuðsfólkið í Vermont.
Teir 8 størstu býirnir (cities) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:
Tær 4 størstu bygdirnar (towns) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2010 hesir:
Coordinates: 44°0′0″N 72°42′0″W / 44.00000°N 72.70000°W