Chuck Yeager

Chuck Yeager og serliga flogfarið Bell X-1

Charles Elwood "Chuck" Yeager (føddur 13. februar 1923 í Myra, West Virginia, deyður 7. desember 2020 í Los Angeles, Kalifornia) var amerikanskur generalur og royndarflogskipari.

Yeager var tann fyrsti flogskiparin, sum breyt ljóðmúrin. Tað hendi hin 14. oktober 1947, meðan hann fleyg í serliga flogfarinum Bell X-1.

Yeager náddi við flogfarinum eina toppferð á 1,06 Mach. Hetta svaraði til meira enn 1.000 kilometrar um tíman.

Fyri avrik sítt fekk hann í 1985 heiðurin "Presidential Medal of Freedom", sum táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, honum handaði.

Filmur frá 1947, tá ið Chuck Yeager brýtur ljóðmúrin hin 14. oktober.

Ávísingar úteftir


Keldur

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana